Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

"Hetta er eitt stórt fet rætta vegin," sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, nú bústaðapakkin er endaliga samtyktur av Løgtinginum.

Við bústaðapakkanum fáa Bústaðir 450 milliónir krónur at arbeiða við komandi árini.

200 milliónir krónur skulu fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðamarknaðin, eitt nú lestrarbústaðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.

Hinar 250 milliónir krónurnar skulu fíggja vanligar íbúðir – saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.

Ein forðing fyri samstarvi millum Bústaðir og aðrar íleggjarar hevur verið, at felagið ikki hevur havt nóg greiðar handilsligar karmar at virka undir. Við lógaruppskotinum fáa Bústaðir tí heimild at stovna partafeløg saman við íleggjarum.

"Skal trupulleikin á bústaðaøkinum loysast, má privati kapitalurin fyrst aktiverast. Tað er júst tað, sum er endamálið við nú samtykta bústaðapakkanum," sigur landsstýriskvinnan at enda.

Lógarbroytingar
Við bústaðapakkanum verða gjørdar broytingar í løgtingslógini um Húsalánsgrunn.

Umframt hækkaðu lánsheimildina skulu bústaðaverkætlanir á vanliga bústaðamarknaðinum frameftir fíggjast saman við øðrum íleggjarum. Um eingin áhugi er hjá íleggjarum at vera við, ella um verkætlanin gerst ov dýr, kann landsstýrismaðurin tó loyva almenna bústaðafelagnum at fara undir verkætlanir uttan aðrar íleggjarar.

Kravið um aðrar íleggjarar er ikki galdandi fyri verkætlanir til serligar málbólkar.

Við lógaruppskotinum fáa Bústaðir harafturat greiðari heimildir á lutaíbúðaøkinum, samstundis sum stýrið fyri Húsalánsgrunnin verður víðkað frá 3 limum til 5 limir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo