Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í grønlendska blaðnum Sermitsiaq stendur at lesa, at John Bolton, trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum Trump, hevur havt fund við amerikanska sendiharran í Danmark um økt samstarv millum USA og Grønland, Føroyar og Danmark. Sama sigur okkara útvarp.

Higartil hevur deyðatøgn verið um tann veruleika, at fyri USA eru Føroyar at skilja sum ein partur av Grønlandi. 

Tað hevur sjálvandi verið púra óneyðugt fyri teir at gera vart við hetta, tí tað er sólarklárt at so er.

Sambært altjóðarætt eru Grønland og Føroyar tvey lond í sama ríki eins og Jútland og Sæland eru tvey lond í sama danska ríki. USA hevur sagt at Grønland er fevnt av Monroe-doktrinuni, sum sigur at einki fremmant vald kann fáa ávirkan í nøkrum parti av Suður- og Norðuramerika sum ikki hóvar stjórnini í USA. Av tí at Grønland er størsta og fólkaríkasta landið í okkara ríki, eru Føroyar, sum støddfrøðiliga bert er ein túsundapartur av Grønlandi, fyri amerikumenn eisini fevndar av Monroe-doktrinini. 

At Grønland og Føroyar eru í sama ríki veit trygdarráðið hjá amerikonsku stjórnini alt um, tí tað kann ein og hvør sum sum lesur Haag-dómin frá 1933 síggja.

Sjálvandi vita vit eisini, at danska stjórnin uttan nakra rættarliga heimild yvirhøvur í øldir hevur ført fram, at hon hevur syndrað tað ríki, sum Grønland og Føroyar eru í, so at tað ber til hjá henni at tala um ein ríkisfelagsskap við trimum eindum, har Danmark er ein, Føroyar ein onnur, og Grønland en triðja eind.

Men amerikumenn kunnu sjálvandi síggja, at sjálvt orðið ríkisfelagsskapur er tvætl. Hvørsfallið “ríkis” er eintal, so her verður sagt, at Grønland, Føroyar og Danmark er eitt ríki. Hetta er eitt uppáhald sum danska stjórnin setur fram, men sum stjórnin í USA ongantíð hevur góðkent. 

Eydnast Trump al keypa Grønland frá Danmark, fylgja Føroyar tí við. Sambært Sermitsiaq er lítið at ivast í, at amerikanski keypshugurin er ovurstórur, og at tað fer at vera ringt hjá donsku stjórnini at halda fram við at siga nei.

Eingin orsøk til at líta á, at danska stjórnin fer at halda fram við at sýta ynski amerikumanna . Um nýársleitið 1814 tvíhelt danska stjórnin um, at hon ikki slepti Noreg. Men 6. januar 1814 sendi kongur mann til Kiel at siga frá at Danmark læt frá sær alt Noregs ríki sum hann hevði arvað tað frá sínum forfedrum.

Hann slepti tí bæði Grønland og Føroyar. Tað var bert tí tað hóvaði svium ikki at taka okkum við, at vit framvegis eru saman við Danmark. 

Vit kunnu tí eins væl viðurkenna, at vit nær tað skal vera kunnu fáa boð frá donsku stjórnini um, at teir sleppa okkum.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo