Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Heilsumálaráðið: Nú er greitt, at koppsetingin fyri koronu varisliga kann byrja í Føroyum í morgin, tí longu í kvøld kemur fyrsti kassin við Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech við flogfarið til landið.

Talan er um ein heilan kassa við 975 skamtum, og tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk í smittuvanda, eins og tilskilað er í almennu koppingarætlanini.

Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Nakað av óvissu hevur seinastu dagarnar valdað um, júst nær vaksinan fór at koma til Føroya, tí danir fingu væl minni av vaksinu í fyrstu atløgu, enn tey høvdu roknað við, og Føroyar fáa sínar skamtir úr Danmark.

Men nú kemur vaksinan, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast.

Hann heitir tó inniliga á fólk um framhaldandi at taka øll neyðug atlit at smittuvandanum, sýna fyrilit og fylgja teimum almennu tilmælunum, so smittan ikki sleppur at taka dik á seg og breiða seg ímillum fólkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo