Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ja í dag, týsdagin 25. juni, koyrir virkið Sandoy Seafood aftur.

Næst seinasta týsdag var sorgardagur í Sandoynni, virkið varð stongt.

Men tað vardi ikki leingi! Vit kunnu brúka orðini, sum teir gomlu brúkti nógv: “Skjótt er Harranum um”

Dagin eftir, at virkið varð stongt, ringdi skálavíksjingurin Óli Nattestad, saman við konuni Ann-Dorith, til mín. Ann-Dorith er úr Skopun.

Vit byrjaðu at práta, men skjótt merkti eg, at hetta var skiparin Óli Nattestad, her var einki uttanumtos.

– Gerhard eg opni virkið aftur!

Einki uttanum tos!

- Vit gera so og so, og Gerhard hetta er ikki við vinningi fyri eyga.

Eg veit sjálvur, at eg kann vera buldrasligur, men skjótur til tárini. Eg fekk ikki svarað manninum, tí eg græt so sáran av gleði.

Tá eg fekk orðið aftur, sigur Óli, ja, eg havi fingið tað besta, sum eg eigi, úr Skopun, sum er konan Ann-Dorith. Og vísti henda kempan á Esthersbók úr skriftini kap. 14, og tí vil eg geva nakað aftur til bygdina.

Siðani hava vit møtst til nógvar fundir, og tað hevur verið gevandi.

Hetta er ikki ein maður, sum rennur runt við Excel-ørkum ella A4-síðum, men ein maður við orðinum í sini makt.

Á einum fundi segði Óli við meg, at eg vil at tú verður nevndarformaður. Eg takkaði fyri álitið og segði, at eg skuldi taka tað uppgávurna við størstu virðing og gera alt, eg kundi, og eitt sindur afturat.

Ein dagin vit sótu, Óli og eg báðir á mínum kontóri, bleiv eg forvitin, sum eg eri av natúru. Hvør er hesin so avgjørdi maðurin við einari sjálvsamari karismu.

Jú, eg fekk skjótt at vita, at hann ikki var uppvaksin við silvurskeið í hond, men Skálavík var heimstaðið, har var hann barnvaksin saman við systkjum sínum. Mamman var úr Skálavík við gentunavninum Tindskarð og pápin Gunnar Nattestad úr Hvalba.

Óli er føddur í 1968. Longu í 1988 bleiv hann skipari á Navigatiónsskúlanum í Tórshavn.

Skjott eftir hetta førdi hann nótabát, síðan hevur hann verið millum teir fremstu innan hesa vinnuna.

Ann-Dorith er dóttir Dánjal og Kathrinu Joensen, tey eru bæði úr Skopun. Dánjal og undirritaði eru trímminingar. Langomma okkara var úr Íslandi, ættað av Karlsskála, systkinnabarn við Gvøni hjá Johannes Patursson bónda í Kirkjubø.

Góðu Óli og Ann-Dorith, eg vil vegna Skopuningar og Sandoyar Sýslu takka tykkum av heilum hjarta fyri tykkara óvanliga innsats.

Góða Turid, tú og Vittus kunnu í sannheit vera stolt av Óla, tað sama Dánjal og Kathrina av dóttir tykkara.

Vegna Skopuningar og Sandoyar Sýslu

Gerhard Lognberg
nevndarformaður
Sandoy Seafood

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo