Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólk sum eru 85 ár og eldri kunnu nú bíleggja tíð til koppseting við nýggju bíleggingarskipanini á corona.fo. Sjúkrahúsverkið mælir til, at tey avvarðandi hjálpa við bíleggingini.

Frameftir verður koppsett eftir aldri og fyrst eru tað tey, ið eru 85 ár og eldri, sum eiga tørn. Lýst verður í miðlunum so hvørt nýggir aldurbólkar sleppa framat at bíleggja tíð til koppseting.

Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.

• Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.

• Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.

• Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkarhúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram.

Sí eisini filmin HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo