Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu árini hava landsmyndugleikarnir gjørt tað trupult hjá fólki at búleikast í Nólsoy. Nú má nýggj Nólsoyarferja koma á politisku dagsskránna og í samgonguskjalið.

Eg skilji væl, at nólsoyingar ikki góðtaka, at ferðasambandið um Nólsoyarfjørð aftur og aftur verður darvað.

Støðan í vikuskiftinum er eitt neyðarróp frá nólsoyingum um at fáa ordiligt ferðasamband.

Sambandið til Havnar er rætt og slætt ov vánaligt og ikki nøktandi fyri nólsoyingar og onnur ferðafólk.

Hvønn dag ferðast eini 60 fólk úr Nólsoy til arbeiðis og í skúla í Havn og aðrastaðni. Avloysaraskipini eru ikki nóg stór til at røkja siglingina til Nólsoyar og nøkta ikki tørvin hjá nólsoyingum. 

Fleiri arbeiða á stovnum, har alneyðugur tørvur er á, at tey møta til tíðina. Ótal av børnum ferðast inn til Havnar fleiri ferðir um vikuna til tónleik og ítrótt.

Nú Teistin fer á beding í tvær til tríggjar vikur, endurtekur sama søgan seg aftur. Ternan verður tikin til flutning um Skopunar- og Hestfjørð.

Enn einaferð fáa Nólsoyingar eina skerda ferðaætlan, og Jósup røkir farleiðina millum Nólsoynna og Havnina.

Jósup er ein fínur bátur, men rørslutarnað fólk eru sett til viks, og enn einaferð mugu vinnurekandi standa við sviðið soð.

Sum skilst, kemur eitt nýtt avloysaraskip í sigling ístaðin fyri Jósup, men neyðugt er at fáa eina varandi loysn, og tí er neyðugt, at landsins myndugleikar seta pening av og raðfesta Nólsoyarskipið sum tað fyrsta. 

Tað skuldi verið óneyðugt at greitt myndugleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið.

Hetta er teirra lívæðr. 

Fari tí at krevja, at ein virðilig loysn verður funnin. Nú skal ein bilferja til Nólsoyar byggjast beinanvegin. 

Vegna Tórshavnar kommunu
Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo