Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Niðanfyrinevndu valfeløg krevja, at Pf Vágatunnilin og Pf Norðoyatunnil verða avtikin nú, og tunlarnir sum skjótast verða lagdir í landsvegakervið.

Tosið um hækkað bummgjald seinastu dagarnar vísir greitt, at tað er neyðugt at fáa tryggar karmar á Vestur og Norðurøkinum  við beinanvegin at avtaka Pf Vága og Pf Norðoyatunnil.

Tunlarnir eru útgoldnir og tað er skeivt áhaldandi at krevja inn eykaskatt til eina útgoldna verkætlan.

Áhaldandi óvissan um, nær gjaldið fer at hækka og hvussu nógv tað hækkar, er ógvuliga skaðiligt fyri økini á so mangan hátt. Bæði vinna og fólk liva í óvissu og økini verða av teirri orsøk vald frá, heldur enn til. 

Tað er bæði óneyðugt og kostnaðarmikið at hava stjóra, nevnd og partafeløg  at ansa eftir hesum evarska lítla vegastubbanum uppá tilsaman eina 10 kilometrar. Harafturat er tað skaðiligt fyri økini við hesi bumm forðing, ið fleiri røddir nú ætla skal hækkast munandi komandi ½ øldina.

Valfeløgini hjá niðanfyrinevndu flokkum mæla til at Norðoya og Vágapolitikarar og aðrir góðir løgtingspolitikarar  í fyrstu atløgu krevja at:

Punkt1: Pf Vága & Norðoyatunnilin verður avtikin beinanvegin.

Valfeløgini mæla harafturat okkara landspolitikarum at útseta 2. viðgerð av

Punkt 2: Løgtingsmál um innkomuveg til Tórshavn LM 006/21

Punkt 3: Løgtingsmál um at gera Fámjinstunnil LM 005/21, til eftir at Pf Vága & Norðoyatunnil eru strikaði sum partafeløg.

Vit mæla sostatt til, at nevndu tingmál verða tikin av skrá til komandi tingfund, um  nevndu tunnilsfeløg ikki eru ávtikin áðrenn tingfundin 26.10.

Um Partafeløgini ikki eru avtikin áðrenn nevndu uppskot verða løgd fyri Føroya Løgting mæla vit okkara løgtingsumboðum til ikki taka undir uppskotunum pnkt 2 og 3.

Norðoya Sambandsfelag, Hanna Ovadóttir, forkvinna
Norðoya Fólkafloksfelag, Símun Gullaksen formaður
Miðflokkurin í Norðoyggjum
Vága Sambandsfelag, Marjus Dam, formaður
Vága Fólkafloksfelag , Eggaba Andreassen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo