Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, herfyri varð spurdur av Mail on Sunday hvussu heilsustøðan var, reisti hann seg av stólinum og gjørdi 10 armboyggingar á skrivstovu síni í Downing Street.

Boris Johnson er 182 cm høgur og vigaði í mai 111 kilo. Harvið var hann tað tey kalla feitur. Og júst fiti og diabetes er ein av størstu trupulleikunum hjá teimum, sum verða smittað við korona, eins og forsætisráðharrin sjálvur var fyrr í ár.

Men tað sum hann hevur verið ígjøgnum hevur eftir øllum at døma fingið hann at taka støðuna í størri álvara. Sjálvur rennir hann hvønn morgun, og nú skal øll tjóðin eisini klænka seg, vil hann hava.

Tí í Ongland eru alt ov nógv tjúkk fólk. Yvir  triði hvør skúlanæmingur, sum fer úr skúlanum, er ov feitur. Og hjá teimum vaksnu er heilt galið. 67% av monnunum og 60% av kvinnunum viga meira enn gott er.

Nú koronakreppan hevur gjørt um seg, og nógv børn ikki hava verið í skúla, er støðan bara versnað. Tí í skúlanum verður roynt at geva børnunum heilsugóðan mat.

##med2##

Ein mamma segði fyrr í vikuni við The Times, at hon ikki uppdagaði, at børnini vóru framfarin, fyrr enn tey skuldu aftur í skúlauniformin. Tá sá hon, at tey passaðu hann ikki longur.

Kanningar hava víst, at tað serliga er millum tey lágløntu í bretska klassasamfelagnum, at børnini fitna. Og ringast stendur til hjá tilflytarum úr Asia.

Millum átøkini hjá stjórnini er, at familjur skulu fáa størri vitan um kostvanar og rørslu, tey skulu eggjast til ikki at taka av tilboðum frá handlunum um ódýran mat, tí hetta er sum oftast eisini tann ósunni maturin. Og matstovur skulu upplýsa um, hvussu nógvar kaloriur eru í matinum.

Eisini skal tað gerast bíligari og lættari at koma undir læknahond hjá teimum, sum eru vorðin alt ov prúð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo