Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Helgi Abrahamsen hevur lýst í kunngerð í dag, at nú skulu matstovur og skeinkingarstøð fevnd av virkisøkinum í matstovulógini, steingja í seinasta lagi kl. 23.

Kunngerðin er soljóðandi:

Kunngerð um avmarkaðar upplatingartíðir og afturlatingartíðir fyri at forða fyri COVID 19-smittuspjaðing

Við heimild í § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður ásett:

§ 1. Fyri at forða fyri COVID 19-smittuspjaðing skulu matstovur og skeinkingarstøð, fevnd av virkisøkinum í matstovulógini, steingja í seinasta lagi kl. 23:00.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 7. august 2020 og fer úr gildi 31. august 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo