Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Vónandi gongur ikki alt ov lang tíð, til Tórsvøllur aftur verður fullsettur. Men í fyrstu atløgu sleppa umleið 500 áskoðarar til dystir hjá landsliðnum - Mynd: FSF.fo

Vónandi gongur ikki alt ov lang tíð, til Tórsvøllur aftur verður fullsettur. Men í fyrstu atløgu sleppa umleið 500 áskoðarar til dystir hjá landsliðnum - Mynd: FSF.fo

Vónandi gongur ikki alt ov lang tíð, til Tórsvøllur aftur verður fullsettur. Men í fyrstu atløgu sleppa umleið 500 áskoðarar til dystir hjá landsliðnum - Mynd: FSF.fo

FSF: Koronafarsóttin hevur forðað áskoðarum í at sleppa til landsdystir í alt ár, men nú hevur UEFA gjørt av, at eitt avmarkað tal av áskoðarum aftur sleppa til dystir.

Hetta merkir, at áskoðarar nú sleppa til dystirnar, tá A-landsliðið í næstum tekur ímóti Lettlandi og Andorra. Talið av áskoðarum er avmarkað til 500, og tí verður netsølan skipað við lutakasti, sum er eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Atgongumerkini til dystin móti Lettlandi verða sett til sølu í Nethandilinum á FSF.fo í morgin, týsdagin 6. oktober, frá klokkan 14:00 til 20:00. Øll, sum hava skrásett seg til søluna í tí tíðarbilinum, eru við í lutakastinum um atgongumerkini.

– Hetta vóru góð boð at fáa. Stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevur altíð verið ótrúliga góðar, serliga á Tórsvølli, men eisini tá vit hava spælt uttanlands. Og eingin skal ivast í, at vit saknaðu teir til dystin móti Malta. Tí verður tað ótrúliga deiligt at síggja teir aftur, sigur liðskiparin, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli leygardagin 10. oktober kl. 17:00.

Eisini áskoðarar til U21
150 áskoðarar sleppa eisini á Tórsvøll, tá U21-landsliðið tekur ímóti Spania í EM-undankappingardysti hóskvøldið kl. 17:45. Atgongumerkini til tann dystin eru sett til sølu í Nethandlinum á FSF.fo, og tey verða seld eftir vanligum leisti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo