At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðar nú frá, at ferðslunevndin, kommunan og løgreglan eru vorðin samd um ein leist í sambandi við náttarkoyringina við gróti gjøgnum Havnina.

Sum sæst á myndini er ein undanfráboðan sett upp á Velbastaðvegnum við Norðasta horn, og 200 metrar longur niðri, við Granagøtu, stendur forboðsskelti, sum bannar lastbilum yvir 26 tons at koyra inn í býin millum kl 22 og 07 yrkadagar. Sunnudag er ongin koyring.

Øll onnur skelti í sambandi við náttarkoyringina eru tikin burtur. T.v.s. at forboðið er bert galdandi fyri ferðslu inn í Havnina eftir Velbastaðvegnum.

Skipanin kemur í gildi í kvøld á midnátt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo