Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hølini hjá Bátafelagnum Niðri á Støð á Glyvrum vóru á tremur við fólki hetta kvøldið – 4. november 2019 – tá boðað var til fundar, um at seta eina varðveitingarætlan á lunn fyri eitt av eldru træskipunum í Føroyum.

Tað er motorbáturin “Grinkil – FD 563”, ið skal varðveitast. Skjalfast er, at Lias í Rættará smíðaði bátin í 1920, harvið verður hann hundrað ár í árinum sum kemur. Báturin hevur skift hendur fleiri ferðir hesi næstan hundrað árini, og seinasti eigarin var Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum.

Stórur áhugi var fyri átakinum frammanundan fundinum og fyritøkurnar og einstaklingarnir, sum stovnaðu grunnin hetta kvøldið, vóru:

Spf.    Kreton
Spf.    EM-Asfalt
Spf.    Marine Service
Spf.    Univice
Spf.    Mittún
Pf.      Berglon
Pf.      Borg
Tórbjørn Jacobsen
Spf.    Elcon
Spf.    Runavíkar Frostgoymsla
Pf.      Mekanik
Pf.      Mest
Pf.      Frakt & Sand
M/b    Kongasteinur
Pf.      Faroe Origin
Ludvík við Stein
Ady Knudsen
Pf.      Faroe Ship
Pf.      Blikksmiðjan

Stovnsfæið er kr. 570.000,-

Endamál grunsins er sum sagt at varðveita og at taka sær av motorbátinum “Grinkil – FD 563”. Ítøkiliga snýr hetta seg um at røkja, reka, útleiga o.a. og at tryggja, at báturin verður verandi partur av maritimu søgu okkara. “Grinkil” hevur fingið fast legupláss í bátahylinum á Glyvrum beint útfyri har, sum Bátafelagið heldur til í gerandisdegnum. Arbeiðið við at dagføra bátin er longu farið í gongd, áhugin er stórur, og um jólini var hann brúktur sum jólaskip hjá Kunningarstovuni í Runavík.

Stovnandi fundur grunsins samtykti uppskotnu viðtøkurnar á fundinum hin 4. november og samsvarandi teimum varð ein 5-manna nevnd vald.

Hon skipaði seg á fundinum soleiðis:

Rodmundur Nielsen, Glyvrum, formaður.
Janus Knudsen, Saltangará, næstformaður og peningarøkil.
Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, ritari.
Atli Poulsen, Saltangará, nevndarlimur.
Dávur Høgnason, Søldarfirði, nevndarlimur.

Bjørn á Heygum, advokatur, hevur tikið sær av skráseting o.ø. og 18. desember fekk nevndin fráboðan í skipsskeyti og í tjóðskaparbrævi – latið fiskiskipi skrásett í Føroyum - um, at “Grinkil” nú var í ogn hjá Grunninum “Grinkil – FD 563” á Glyvrum.

Nevndin hevur á fleiri fundum lagt ætlanir fyri framtíðina, og meiri verður at frætta frá varðveitingarmálinum sum frálíður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo