Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kringvarpið: Tú ert í biografi, og tað er bølamyrkt. Men ístaðin fyri at síggja film á lørifti, so hoyrir tú ymisk ljóðbrot.

Fríggjakvøldið ber til at fara í fyrsta føroyska útvarpsbiografin nakrantíð, tá ein heilt serlig søga verður at hoyra.

Tað er Linda Mortansdóttir, systir Rasmus Rasmussen, sála, sum fer at fortelja søguna um tvíburðabróðurin.

- Ein útvarpsbiografur er júst sum ein filmsbiografur, men heldur enn at hyggja lurtar tú eftir eini søgu. Tú situr í myrkri, og sostatt er lættari lurta, tí einki órógvar, og tú hevur lættari við at skapa tínar egnu myndir, sigur Linda Mortansdóttir, sum skipar fyri tiltakinum.

Umframt at fólk kunnu fáa eina serliga uppliving, er hetta ein møguleiki at stuðla Fountain House, ið er ætlað fólki, ið onkursvegna hava tað torført sálarliga.

Tiltakið verður á Tjóðpalli Føroya fríggjakvøldið klokkan 20.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo