Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá 1. august verða tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Harumframt verður ein avsláttar skipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár. Gjaldið millum Eysturoynna og Streymoynna fer úr 400 kr. niður í 320 kr., meðan gjaldið millum Strendur og Rókina fer úr 100 kr. til 96 kr. Prísirnir eru treytaðir av, at tú hevur hald. Um tú ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 kr.

Avsláttarskipan
Fyri størri brúkarar av tunlinum verður hartil veittur ein avsláttur, alt eftir hvussu nógv tunnilsgjald kundin (løgfrøðiliga eindin) hevur goldið í tunnilsgjaldi fyri lastbilar, trailarar og tangabilar seinasta hálva árið.

Roknað verður frá 1. juli 2021 og fyrstu ferð avslátturin verður roknaður, verður 31. desember 2021.

Avslátturin verður veittur soleiðis:
-fyri tunnilsgjald frá kr. 50.000 - 100.000, verður veittur avsláttur á 2%
-fyri tunnilsgjald frá kr. 100.000 – 500.000, verður veittur avsláttur á 4%
-fyri tunnilsgjald frá kr. 500.000 – 1.000.000, verður veittur avsláttur á 6%
-fyri tunnilsgjald omanfyri 1.000.000, verður veittur avsláttur á 8%

Fyribils er hetta galdandi í eini royndartíð fram til og við 31. desember 2021.

Meiri kunning um prísir o.a. sæst á www.tunnil.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo