Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eydnudeild Føroyar bleiv sett á stovn skírisdag í 2018, sum ein partur av donsku Lykkeliga. Lykkeliga/Eydnudeild er ein hondbólts deild fyri børn og ung við serligum avbjóðingum, har tey kunnu møtast við øðrum líkastillaðum til hondbóltsvenjing. Diagnosir eru skiftar út við hoppi skot, fintur, highfives, klemm og eitt sindur av sveitta.

Til Eydnu-cup eru fleiri enn 120 spælarar tilmeldaðir, harav uml. 100 koma úr Danmark og eini 20 úr Føroyum. Harafturat koma venjarar, stuðlar, foreldur og systkin, so vit nærkast 400 limir úr Eydnudeild/Lykkeliga felagskapinum.

Tey 3 føroysku liðini eru øll umboða í kappingini. Músabróðir í Klaksvík, Svanarnir í Vági og Lundapisurnar í Kollafirði. Harafturat eru spælarar úr 24 ymiskum feløgum í Danmark.

Upprunaliga var ætlanin at tey flestu skuldu gista í Skúlanum við Streymin og í leguhúsinum í Nesvík, fyri at skapa ein ordiligan legu stemning. Men av tí at tey flestu av luttakarunum kunnu hava brúk fyri at sleppa at verða í frið, hava tey valt at búgva á hotel og summi leiga hús í Sundalagnum. Vit eru umleið 50 fólk, sum búgva í Nesvík.

Hetta er fyrstu ferð at vit hava eina altjóða kapping í Føroyum, og í góðum Eydnudeild stíli, so gongur tað ikki stillisliga fyri seg. Har verða tiltøk og undirhald fyri bæði spælarar, foreldur og systkin allar dagarnar.

Tað er fyrstu ferð í Lykkeliga søguni at ein kapping er uttanfyri Danmark, so hetta er bæði søguligt og stórt.

Vit vóru fyrsta hondbóltsliðið, sum bleiv sett á stovn uttanfyri Danmark fyri 4 árum síðan. Síðani eru lið komin í Svøríki, Týsklandi, Grønlandi, Finnlandi og heilt í Korea.

Vit eru stolt at fyrsta altjóða kapping uttanfyri Danmark er her í Føroyum.

Skráin fyri Eydnu-cup 2022 er henda:

Mánadag: Hondbóltspælirnir koma til Føroyar, øll møtast í Nesvík og eta døgurða saman

Týsdag: Eydnu-cup 2022 verður í skúlanum við Streymin.

Vit byrja sjálvandi við innmarch kl 10.30 og almannamálaráðharrin setir kappingina.

Dystirnir eru frá kl. 11-17

Ímeðan dystirnir eru í gongd, hava børnini og systkin møguleika at svimja, spæla í hoppiborg, fara í teknistovu, slappa av í stillu-zone.

Allir spælarar fáa heiðursmerki og gávuposa

Øll møtast í Nesvík og eta døgurða saman eftir kappingina

Mikudag: Buss-túrur so gestirnir sleppa at síggja eitt sindur av Føroyum.

GALLA í Nesvík

Hósdag: Eydnudeild Føroyar fyllir 4 ár.

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum luttakarum til móttøku.

Í Lykkeliga er altíð okkurt yvirraskilsi, so luttakarnir til Eydnu-cup 2022 kunnu gleða seg – kanska onkur kemur at syngja og spæla fyri okkum.

Í Eydnudeild eru øll vælkomin, vit hava onki aldursmark og vit hyggja ikki eftir diagnosum. Teir yngstu spælarnir í Eydnudeild eru 4 ár, meðan tey elstu eru mitt í 20’unum.

Venjingartíðir hjá Eydnudeild eru hesar:

Lundapisurnar týsdag kl. 17-18 í høllini í Kollafirði (Morten Hust Petersen).

Svanarnir mikudag kl. 17-18 í høllini í Vági (Bára Krosslá Mortensen).

Músabrøðurnir mikudag kl. 17.30-18.30 í KÍ-høllini í Klaksvík (Helena Wenseldóttir Kallsberg).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo