Tórshavnar kommuna: Avtala er í gjár undirskrivað millum Tórshavnar kommunu sum byggiharra og SNA Arkitektur og MAP Arkitektar sum ráðgevar um ráðgeving í sambandi við heildarætlan fyri Stórutjørn.
Avtalan skal lýsa fortreytir fyri bygging á økinum og eitt uppbýti av økjum, sum tilsamans skulu skapa ein fjøltáttaðan býarpart.
Ætlanin skal vísa staðseting av vegaføring, parkering, bussleið og bústaðar-, stovns-, vinnu- og ítróttarbýlingar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í stuttari viðmerking eftir fundin, at samstarvið við SNA og MAP hevur verið fyrimyndarliga gott, og spenningurin er stórur, nú endiliga verður farið undir eina heildarætlan fyri Stórutjørn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo