Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenski statsepidemiologurin, Anders Tegnell, má taka ábyrgdina av skeivum avgerðum, sigur formaðurin hjá Sverigesdemokraterna, Jimmie Åkesson, í einum lesarabrævi í Dagens Nyheter í dag.

Anders Tegnell stendur á odda fyri svensku korona strategiini, men hendan hevur víst seg at vera eitt mistak, sambært Jimmie Åkesson.

- Okkara eldru og veiku hava ikki fingið tað verju og tann stuðul, sum tey við øllum rætti kundu vænta sær, sigur hann og gevur statsepidemiologinum ábyrgdina.

Eisini sosialdemokratiska stjórnin fær toyggið, tí hon hevur verið veik og ikki tikið ábyrgd.

Sverigesdemokraterna fáa stuðul frá nærum 20% av svensku veljarunum, sosialdemokratarnir fáa stuðul frá 30%.

Í Svøríki eru tilsamans 4.656 fólk við smittuni deyð. Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark, har helvtina so nógv fólk búgva, eru 587 fólk deyð við smittuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo