Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Listasavn Føroya: Ny Carlsbergfondet í Danmark stuðlar Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp.

Stuðulin fer til at keypa listaverk eftir Edward Fuglø, Astri Luihn, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Titu Vinther, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Sigrun Gunnarsdóttur.

Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um serstaka stuðulin:

“Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list.

Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”

Seks av verkunum kunnu longu nú upplivast á Listasavni Føroya. Savnið er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá kl. 11-17.

Les meira á www.art.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo