Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á árliga evniskvøldinum á umhvørvisvikuni í gjárskvøldið varð Endurkeyp Gávan handa.

Sjúrður Hammer, ið umboðaði óheftu dómsnevndin, segði soleiðis um Ný Ný: 

”Gávan fer í ár til eitt nýtt átak sum á sín hátt handlar partvíst um tað sama sum Nema Endurkeyp handlar um, nevniliga at endurnýta og longja nyttuna av einum luti við at reparera og tillaga ella at geva lutum eitt nýtt lív við at broyta tey.  

Vinnarin av Nema Endurkeyp gávuni er Ný Ný. 

Eg havi skilt á lagnum at Ný ný bleiv stovna útfrá einari kenslu av at tað kann ikki verða rætt at vit í Føroyum skulu brenna klæðir. Og hetta má sigast at verða logikkur fyri búrhøns, og um vit skulu gera munagóð frammstig at menna sirkulera økonomi í Føroyum, so mugu vit gera alt fyri at longja um livitíðina á teimum lutum sum vit brúka, og tá ið tey slítast, so skulu vit læra okkum at bøta og reparera og í øðrum førum at endurhugsa pløgg og lutir – tað er tað sum Nýnýtsla handlar um. 

Men ný ný er eitt sindur meir enn ein verkstaður. Tað er ein roynd frá nøkrum eldsálum at skapa eina nýggja mentan sum vendir sær frá einnýtisnýtslu móti at virða og virðismeta tilfar fyri tað sum tað er. Tann sansaliga kollveltingin er nú komin til Føroya.  

Við at geva Ný Ný hendan heiðurin, vóna vit at tit góðu fólk handan átaki fáa enn meira árræði til at víðka um tykkara virksemi. 

Tillukku!” 

Nema ynskir eisini Ný Ný til lukku við Endurkeyp Gávuni 2022. 

Endurkeyp Gávan
Endurkeyp Gávan varð sett á stovn í 2020 fyri at stuðla náttúru- og umhvørvisátøkum í Føroyum, og verður hon eftir ætlan latin á hvørjum ári. Grunnurin verður fíggjaður av teimum brúktu elektronisku lutunum, sum fólk lata inn til Nema Endurkeyp, fyri at hesir síðan verða endurnýttir ella burturbeindir á burðardyggan hátt. 

Harafturat letur Nema eisini Endurkeyp Gávuni allan peningin frá søluni av plastposum. 

Endurkeyp Gávan verður latin aftur í Umhvørvisvikuni 2023. 

Les meira um gávuna og tilnevningar á: www.nema.fo/endurkeyp-gavan/ 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo