Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er Matt Dillon sum hevur høvuðsleiklutin sum hópdrápsmaður í nýggja filminum hjá Lars von Trier, "The House That Jack Built".

Hóast fólk helst høvdu ein varhuga av, hvat tað var tey skuldu síggja, so bleiv tað bara alt ov nógv av tí góða hjá eini 200 sum rýmdu frá gallasýningini av filminum, har leikstjórin eisini sjálvur var til staðar, skrivar útsendi journalisturin hjá Jyllandspostinum, Michael Enggaard.

- Har var bara for nógv blóð og fólk flentu allíkavæl. Eg vil so ikki sita har meira, segði ein.

- Mítt mark er nátt. Hetta er ein spæl hjá honum, sum eg ikki vil vera við í. Trier gjørdi einaferð filmar sum vóru meistaraverk, men hatta er bullshit, segði ein annar, sum heldur ikki vil leggja navn til.

Pláss er til 2.300 fólk í biografinum í Grand Theatre Lumiere, so sjálvt um eini 200 rýmdu sótu nógv eftir og sóu allan filmin, skrivar korrespondenturin hjá Jyllandspostinum, sum eisini royndi at fáa viðmerkingar frá fleiri kendum filmsfólkum sum rýmdu men bóru seg undan at tosa við blaðmannin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo