Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: - So er tað endaliga avgjørt, at ein nýggjur Kambur kemur í føroyska flotan síðst í oktober.

Talan er um norska frystilínuskipið Østerfjord, sum er bygdur í 1998; er 45.65 metrar langur og 10.90 metrar breiður og lastar 320 tons. Motorurin er ein B &W Alpha Diesel á 1305 hk.

- Vit hava keypt skipið úr Norra, og tað fer at sigla til Føroyar undir norskum flaggi og verður so yvirtikið her. Okkurt smávegis skal gerast við skipið, sum t.d. skifta frystievni út, áðrenn farið verður til fiskiskap. Skipið er í góðum standi, so tað verður spennandi, sigur Mortan Mortensen, skipari á Kambi og sum eisini eigur í felagnum M&S á Strondum, sum eigur Kamb.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo