Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fólk spyrja okkum og undrast hví vit longu eru farin at tosa við annan lista.

Vit á Nýgga Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu vilja við hesum avsannað, at nakrar samráðingar hava verið við Borgaralistan um borgarstjórasessin.

Tað, at vit av tilvild høvdu listafund á skúlanum á Giljanesi, eitt kvøld í vikuni, samstundis sum Borgaralistin eisini hevði listafund har, er orsøkin til hesi ósannindir.

Vit eru hørm um pástandin, men onki hald er í hesum.

Vit á Nýggja Lista ætlað okkum sjálvandi borgarstjórasessin sjálvi!

Vegna Nýgga Lista
Elin Doris á Mýrini, Miðvágur
Eyðdis Hartman Niclasen, Miðvágur
Dagbjørn Hansen, Sandavágur
Kristoffur Vidtfeldt, Miðvágur
Jákup Olaf Johannessarson, Sandavágur
Marit J. Magnussen, Miðvágur
Benjámin Lydersen, Miðvágur
Heðin Poulsen, Vatnsoyrar
Jens Gaardlykke, Miðvágur
Eyðun Midjord, Sandavágur
Jan Erik Simonsen, Sandavágur
Finnur Joen-Jacobsen, Sandavágur
Óli Lydersen, Miðvágur
Christina Ravnsfjall, Sandavágur
Kristin Davidsen, Miðvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo