Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í sambandi við, at nýggi musikkskúlin við Landavegin verður tikin í nýtslu, bjóðar Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar Musikkskúla til alment hátíðarhald við røðum og tónleiki í skúlanum í morgin, fríggjadagin 16. August, kl. 16.

Hátíðarhaldið verður í konserthøllini Hátún.

Byggiarbeiðið byrjaði í mai 2017. Skúlin er 2.600 m2 íroknað konserthøllina, ið rúmar umleið 300 áhoyrarum. Bygningin hevur teknistovan Kontrast teknað og Húsavarðartænastan bygt. Samlaði byggikostnaðurin er uml. kr. 96,5 mió.

Eftir hátíðarhaldið er skúlin opin til kl. 20. Opið hús er eisini leygardagin kl. 10-18 og sunnudagin kl. 14-18. Øll eru vælkomin á gátt at síggja nýggja bygningin.​

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo