Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar Kommuna: Nú nýggi Skúlin&frítíðarskúlan á Fløtum er bygdur og klárur at taka í nýtslu, verður opið hús har almenningurin eisini sleppur inn at síggja nýggja skúlan.

Til ber at síggja Skúlan á Fløtum í dag, leygardag kl. 10-18 og í morgin, sunnudag kl. 14-18.

Innsløg á skrá til opið hús í vikuskiftinum

Leygardagin 7. nov. 2020

Kl. 13:00-13:45 – Bárður Johannesen á keyboard spælir í miðøkinum

Kl. 14:45-14:50 – Solo dansiframførsla við Ludvík Heðinsson

Kl. 15:30-16:15 – Reality Bytes, rútmiskur bólkur, spælir í miðøkinum

Sunnudagin 8. november 2020

Kl. 15:30-16:15 – Funksjón, rútmiskur bólkur, spælir í miðøkinum

Kl. 14:00-18:00 – Myndir frá fyrireikingum, byggitilgongd og um arkitekturin í bygninginum sýndur á skíggjum í bygninginum

Atgongd til bygningin og covid-19 tilmæli
Við atliti til covid-19 tilmæli skulu gestir ganga inn gjøgnum inngongd D, høvuðsinngongdina á suðursíðuni. Síðani oman gjøgnum bygningin á niðastu hædd og niðan aftur eftir 1. hædd og upp á 4. hædd. Har kann veljast millum at fara út á tekjupallinum á 4. hædd og ganga omaneftir tekjupallinum úti, ella at fara niður gjøgnum trappugongdina inni og út gjøgnum inngongd/útgongd E. Vaktarhald verður á staðnum fyri at tryggja, at ov nógv fólk ikki savnast somu støð og heitt verður á vitjandi um at halda almennu tilmælini viðv. korona.

Parkering
Gestir kunnu seta bilin við p-økið hjá musikkskúlanum, Glasi ella í Hans Andriasargøtu í avmerktum básum. Gott busssamband er til økið.

Byggiverkætlanin Skúlin á Fløtum
Við ársbyrjan 2015 vórðu Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla. Tað er hesin samanlagdi skúlin, sum nú er Skúlin á Fløtum. Vinnandi uppskotið til skúlan eitur “Eindirnar í heildini”, sum toymið EIND Í/F við Árna Winther arkitektum (nú SNA), ZETA architects, Brim arkitektum, SMJ og LBF hava gjørt. HøvuðsaArbeiðstakari er Articon/Búsetur Í/F.

Tórshavnar kommuna er arbeiðsánari og byggiharri.

Arbeiðið byrjaði á sumri 2016, og og nú fyrst í novembur 2020 letur skúlin upp. Virksemi í bygninginum fevnir um fólkaskúla og frítíðarskúla, umframt ítróttar- og kvøldskúlivirksemi. Í nýggja skúlanum og frítíðarskúlanum á Fløtum, er rúm fyri um 850 næmingum og á leið 110 starvsfólk fara at arbeiða á skúlanum. Bygningurin og uttanumøkið er eisini ætlað at vera ein býlingsdepil og býarrúm í nærumhvørvinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo