Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Franska tjóðartingið hevur í dag samtykt lógina um koppsetingarpass sum øll skulu hava. Uttan pass kanst tú ikki fara á matstovu, við almennu samferðsluni ella vitja tiltøk í mentannarlívinum, fyri bert at nevna nakrar av avmarkingunum. Tað er ikki nóg nógv at vísa negativa test ella prógv fyri, at tú hevur havt sjúkuna. Tú skalt vaksinerast. Basta.

Nógv kjak var um lógina, og hon er send aftur og fram ímillum kømrini áðrenn semja fekst um endaliga orðaljóðið. Nú lógin varð stemmað ígjøgnum atkvøddu 215 fyri og 58 ímóti.

Mótmælisgongur hava verið í París og fleiri øðrum býum uppundir at lógin bleiv samtykt. Ikki minst eftir at forsetin, Emmanuel Macron (myndin), segði, at hann fór at halda fram at gera lívið súrt hjá øllum teimum sum ikki vildu lata seg koppseta. Hann hevur síðani tikið uppaftur, at hann veruliga meinar tað.

Um 78 prosent av fólkinum er koppsett í Frankaríki, sum í hesum døgum upplivur sína fimtu flóðaldu av smittu, har yvir 300.000 nýggir tilburðir verða funnir hvønn dag. Trýstið á heilsuverkið er tó nógv minni nú enn tað var tá farsóttin byrjaði í mars-apríl 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo