Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 1. mars kl 19.00 skipa Íverksetarahúsið og Talgidu Føroyar fyri einum kunnandi tiltaki, har tey fara at viðgerða, hvørjir møguleikar eru fyri menning og nýskapan í Talgildu Føroyum. Tiltakið er ætlað bæði íverksetarum og øðrum, ið eru áhugaði í vinnumøguleikum í Talgildu Føroyum sum heild.

Høvuðsdentur verður lagdur á teir vinnumøguleikar, ið kunnu taka seg upp av Talgildu Føroyar verkætlanini. Komið verður inn á tað nýmenning, ið vinnan kann knýta at verkætlanini, bæði viðvíkjandi menning av átøkunum í sjálvari verkætlanini, og teimum avleiddu vinnuligu møguleikum, ið verkætlanin letur upp fyri.

Talgildu Føroyar hevur síðani 2015 arbeitt við at menna og seta í verk eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, sum er sett saman av fýra súlum: Heldini, Samleikanum, Tænastuportalinum og Grundardáta. Starvsfólk frá Talgildu Føroyum fara at greiða frá verkætlanini og leggja upp til orðaskifti, har hugskot, møguleikar og íblástur verða knýtt saman í felag. Lagt verður upp til at tosa um spennandi og hentar loysnir til føroyska samfelagið, ið kunnu skapa nýggj vitanarstørv.

Hóskvøldið 1. mars kl. 19.00 í hølunum hjá Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Argir

Skráin:
Kl. 19.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Kl. 19.10 Talgildu Føroyar verkætlanin verður løgd fram Heildarmynd: Nicolai Balle, verkætlanarstjóri
Heldin: Janus Læarsson, KT-arkitektur
Talgildi Samleikin: Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari
Tænastuportalurin: Lilly Dam Hanssen, verkætlanarleiðari
Grunddáta: Heini Hátún, verkætlanraleiðari

Kl. 20.00 Steðgur – kaffi
Kl. 20.30 Spurningar og hugskot verða viðgjørd í felag
Kl. 21.30 Vit enda

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda luttøku á Facebook tiltakinum Nýggir vinnuvegir í Talgildu Føroyum

www.facebook.com/events/193136511441631/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo