Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Covid-19, list eftir Ingálv av Reyni og biskupskápur.

Covid-19 og ILA í Føroyum
Tann 4. mars í 2020, varð Covid-19 smittan staðfest í Føroyum á fyrsta sinni, og fyrstu dagarnar øktist talið av smittaðum í stórum. Frímerkið lýsir hvussu kanningarútgerð til kanning av laksi fyri ILA bleiv tillagað, so hon kundi nýtast til at kanna fólk fyri Covid-19. Meðan umheimurin stríddist við at fáa kanningarorku og -hættir at virka, høvdu føroyingar longu eitt munadygt og munandi bíligari kanningarvirksemi koyrandi. Edward Fuglø teknaði.

List eftir Ingálv av Reyni
Tann 18. desember í 2020 vóru hundrað ár liðin síðani listamaðurin, Ingálvur av Reyni (1920-2005) varð føddur. Listarliga ávirkanin og týdningurin hjá Ingálvi av Reyni fyri føroyska list kann ikki yvirmetast. Ein listamaður, sum alla sína drúgvu virkisleið helt á við at bjóða sær sjálvum av og sum hervið skapti eitt lívsverk av ómissandi týdningi fyri føroyska list. Frímerkini vísa málningarnar “Tinganes” frá 1947 og “Gjøgnum tíð og rúmdir” frá 2002.

Í sambandi við 150 ára føðingardagin hjá Posta hava vit gjørt vøkur serprent av føroyskum frímerkjum, og júst frímerkið av Tinganesi er eitt av hesum. Tað fæst sum serprent í plakatstødd (40x30 cm) – sí úrvalið her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo