Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali út akademiútbúgving innan vinnulívsrætt og samskifti í verki. Tilber at taka eina akademiútbúgving, stytt AÚ, á Kambsdali.

Talan er um parttíðarlestur, sum er skipað sum kvøldskúli, og er væl egnaður til tín sum ynskir at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Akademiútbúgvingin er liðilig.

Til dømis kanst tú taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Sum nakað nýtt bjóðar skúlin lærugreinar á breytini: Samskifti og miðlan. Lærugreinarnar á hesi breytini venda sær serliga til fólk sum arbeiða við ella hava áhuga i samskifti og miðling (formidling) í breiðum týdningi. Her lærir tú m.a. at leggja eina samskiftisstrategi og fært amboð til at miðla ein miðvísan boðskap ut.  

Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali út lærugreinarnar vinnulívsrætt og samskifti í verki, tilber at lesa meiri um hetta á heimasíðuni www.kambsdalur.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo