Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru 20 vísundafólk úr øllum heiminum sum hava luttikið í granskingini, sum hevur vart í 2,5 ár. Og tey eru nú komin fram til, at cannabis hevur ongan pínulinnandi virkna, men at tað tvørturímóti eru stórir vandar fyri hjáárinum.

- Cannabis hevur góðar eginleikar, tá tað kemur til pínu hjá royndardjórum. Men tíverri er tað sama ikki galdandi hjá fólki, sigur Lars Arendt-Nielsen, sum er professari við lærda háskúlan í Aalborg, og sum hevur staðið á odda fyri kanningini, við DR.

Hann viðurkennir tó eisini, at tað kunnu vera føri, har fólk við nógvari og kroniskari pínu kenna ein linna við at brúka cannabis.

- Vit siga ikki, at øll skulu gevast at brúka cannabis, sum hava fingið tað ordinerað av læknanum. Men tað er neyðugt at hava tætt samband við læknan og kunna seg væl, bæði um virkna og hjáárin, sigur Lars Arendt-Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo