Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggja barna - myndabókin við heitinum Bartal og Bjarni er nú at fáa í bókabúðunum eins og tað ber til at bíleggja hana frá hövundunum (Bartal og Bjarni á facebook).

Hjá bamsunum Bjartali og Bjarna hendir altíð okkurt óvæntað og skemtiligt. Bartali dámar væl at fiska, og Bjarni spælir tónleik. Saman hjálpa teir mammu síni at keypa inn, teir vitja ommu og abba sín, og teimum dámar sera væl at hoyra sögur og at eta pannukökur. Ymiskt er í bókini at gita og leita eftir. Eisini eru smáar uppgávur at loysa.

Monika Stauss Joensen hevur skrivað tekstin til bókina og útvegað tilfar til myndirnar. Kristfríð Tyril hevur tikið allar myndirnar, sett bókina upp og gjört hana prentklára.

Myndirnar eru tiknar runt  í Föroyum og helst er hetta fyrsta bókin av sínum slag.

Estra í Götu hevur prentumsitið bókina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo