Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bíbliufelagið: Nýggja bíbliulesiætlanin er nú komin. Hon byrjar í dag og heldur fram til 27. novembur 2021.

Hví bíbliulesiætlan?
Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnur, so gerast tey livandi við Guds Heilaga Anda. Tí er tað neyðugt hjá okkum, at lesa í Bíbliuni fyri at fáa mat til sálina.

Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á.

Ein Bíbliulesiætlan er gjørd júst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi. Tað er sum ein kalendari við útvaldum tekstum til hvønn dag í árinum, og hvønn sunnudag samsvara skriftstøðini við tekstarøðina í Fólkakirkjuni.

Hvar er bíbliulesiætlanin at fáa?
Hon er at fáa um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo