Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Útisetin Terji Krossteig gevur út blús á Danska plátugelagnum Straight Shooter. Heiti er “Nordisk Blå” og er ein blandingur at løgum sungin á føroyskum og á donskum, og eisuni er eitt lag sungið á svenskum við á útgávuni - lagið “Falsk Matematik” ið Sviin Peps Persson skrivaði og útgav í 1974.

Terji syngur og spælir sjálvur kassagitar, og við sær á “Nordisk Blå” hevur hann dugnaligar danskar blús tónleikar. Nevnast kann Peter Nande á munnharpu, Oscar Mukherjee ið syngur og spælir elgittar, Frederik Tygesen ið spælir resonator gittar og dansk/íslendski Olav Gudnason spælir kontrabas.

Við á tveimun løgum er eisuni Føroyski Uni Debess, sum allir Føroyingar munnu kenna. Hann spælir gittar og munnharpu á lagnum “ B L Ú S” og syngur kór á lagnum “Merkið”.

Terji hevur tríggjar blús útgávur at sær á Straight Shooter og eisuni eina DMA nominering í 2017 við fløguni “Útisetablús” ið var nominera til “Årets blues album”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo