Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið “Leirkerið” í Gøtu hevur júst givið út bókina “Maria”. Hon er ein bíbilsk skaldsøga um Mariu, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar. Maria var móðir Jesusar. Bókin er skrivað út frá søguni um Mariu, sum vit lesa hana í Nýggja Testamenti.    

Á baksíðuni á bókini stendur: 

Maria var ein heilt vanlig ung kvinna, tá ið eingilin kom til hennara og boðaði frá, at Gud hevði valt hana til eina serstaka uppgávu: Hon skuldi verða við barn og eiga hin lovaða Messias. Men Maria hevði ongantíð verið saman við nøkrum manni, so hon kundi ómøguliga vera við barn. Antin var talan um svikaráð ella um undurverk.  

Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar,  m.a. um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar. Tær eru umframt Mariu: Tamar, Rahab, Rutt og Batseba. Allar fimm bøkurnar fáast nú á føroyskum. Tamar kom út í 2013, Rahab í 2014, Rutt í 2015 og Batseba í 2016.     

Páll á Lakjuni hevur týtt bøkurnar til føroyskt. Allar fimm bøkurnar eru at fáa í bókabúðunum kring landið.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo