Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mánadagin kemur ársins krýnika frá Jógvani Arge, útvarpsmanni. Hetta er annar partur av endurminningum úr ungdómsárum hansara við heitinum “Havnarmaður og gøtuskuri”. Bókin er á tremur við góðum anekdotum og myndum, sum klæða krýnikuni.

“Havnarmaður og gøtuskuri 2” snýr seg um upplivingar í 50unum og 60unum. Byrjað verður við einasta túri, Jógvan var til skips, tá hann 14 ára gamal var á sild við sluppini “Grundick”.

Fyrstu uttanlandsferðirnar vóru til Danmarkar við skótum í 1960 og skúlabørnum í 1961. Sagt verður frá hepnari íslandsferð hjá HB-dreingjum í 1962, tá teir tóku bæði heimafólkið og íslendingar á bóli við sínum góða spæli og frægu úrslitum.

Jógvan var við skótunum á heimsjamboree í Grikkalandi í 1963. Skótarnir fóru gjøgnum makedonska høvuðsstaðin Skoplje stutt áðrenn partur av honum varð lagdur í oyði í hørðum jarðskálvta.

Á Maratonfløtuni vórðu skótarnir væl fagnaðir, tá teir fyri fleiri túsund fólkum við Paul kongi á odda sýndu fram føroyskan dans og dansispøl á serliga amfipallinum, sum var gjørdur til høvið.

Í 50unum varð ferðast í egnum landi. Meginparturin av feriunum varð hildin hjá ommuni og abbanum í Gøtu og hjá mostrum á Glyvrum og í Saltangará.

Í hesi bók er eisini ein ferð hús úr húsi í Syðrugøtu í 50unum. Greitt verður frá fólki, umstøðum og skyldskapi v.m. Sagt verður frá bygdarinnar handilssøgu frá Grækarisi á Gørðum og Skúla Jógvani um Absalon Jacobsen á Dunganum til Jóan Paula og Jóan Lias Gregersen.

Gjørt verður burtur úr summarfrítíðunum við Skálafjørðin og fólkum, hann hitti har. Hetta vóru broytingartíðir nú havnarlag var bygt í Runavík. Haðani gjørdi Jógvan sína fyrstu fótbóltsferð, sum var úr Runavík til Skálar við motorinum “Berghild” hjá kapteyninum Petur Poulsen. Úr Runavík gjørdi Jógvan eisini eina ótilætlaða havnarferð við “Tjaldrinum”.

Hálvvaksin savnaði Jógvan autografar frá útlendskum ítróttafólkum við brævaskifti. Favorittar vóru eitt nú donsku fótbóltsmenninir John Danielsen og Richard Møller Nielsen. Tann kenda súkklaran Kay Werner Nielsen fór Jógvan sjálvur at hitta í Keypmannahavn.

Jógvan hevði stutta, men spennandi karrieru í fótbólti og borðtennis. 14 ára gamal basti hann einum kendum føroyameistara í borðtennis, og heili trý ár var hann fastur á dreingjaliðnum hjá HB. Eftir tað fór hann skjótt at útvarpa fótbólt og annan ítrótt og helt fram við tí í eini 45 ár.

“Havnarmaður og gøtuskuri – 2” kemur í bókabúðir og handlar kring landið í hesum døgum. Bókin er prýdd við heili 270 myndum, fyri tað mesta av fólki, og nøvnini, sum eru skrásett, eru oman fyri 2000.

Síðurnar eru slakar 250. Føroyaprent hevur brotið um og prentað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo