Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mannbjørn Jacobsen hevur greitt úr hondum bókina: Sakarmálið móti Bucharin, um Moskvarættarmálini 1936-1938. 

Hetta er endaliga úrslitið av einum arbeiði, hann hevur sitið við leingi.

Hann sigur m.a. soleiðis í innganginum:

„Eg haldi evnið, um enn eitt langt lop aftur í eina svarta tíð, er spennandi, haldi onnur fara at halda tað eisini, bara eitt og annað ikki øtlar tey ov nógv. Fá mál í nú farnu øld eru so nógv rætt móti og so nógv myrkalegging yvir, ja, tað er sum hendurnar brenna. So tað er at uppa dirvið eitt sindur áðrenn lestur. 

Alt tilfarið her er ikki ókent, fyri í hvussu so er føroysk blaðlesandi. Eini upp til kanska 10 brot hava staðið í einum føroyskum blað, tað er Oyggjatíðindi, síðsta fyri hinu megin  10 árum síðan, so lisið og minst til ella kanska gloymt er av nøkrum.

Her er møguleiki at gera seg kunnugan við alt tilfarið. Flestu, nærum øll, eg upprunaliga nærum eisini, hava eina keipumynd av, hvat gekk fyri seg, hasi forlagstungu ár í Moskva. Fram var farið eitt valdsstríð, har álvarsamar ósemjur vóru um gongda leið, har onnur síðan hevði verið við sviðið soð. Nógv hava enn eina fatan av einum skundrætti ella krígsdómstóli, við bukaðum monnum støtlandi fram, og sum eftir fáar spurningar, við ein munn kenna seg sekar, eru ikki rættvorðnir, vitna um brotsgerðir, teir ikki kunnu hava framt og vitna skammleyst móti hvørjum øðrum. 

Hetta eru persónar, sum lítið og onki hava hoyrt um rættargongdirnar, men halda seg vita eitt og annað. So er ein minni bólkur, sum heldur seg hava hoyrt og lisið rættiliga nógv um málini, nóg nógv til at fella dóm yvir tey, og hann er ikki góður. Hesi vita, at ein formlig rættargongd fór fram í dagavís, við ákærdum, vitnum, dómara og ákæru. Vanlig verja við serstøkum verjusakførara er ógreitt um var. Menninir hava í flestu førum valt, at verja seg sjálvar, og skuldu verið væl førir fyri tí.

Framført hevur verið, at vitnisfrágreiðingin hevur verið, umframt noytt frá neyðars ákærdu, so skipað sum í einum sjónleiki, har alt, setningur eftir setning er lærdur frammanundan. Menninir – bara hendinga kvinnur vóru fyri rættinum – vóru við góða heilsu, sóu ikki út til at hava verið illa viðfarnir, klagaðu ikki um tað í rættinum heldur. 

Endarøðurnar (Last plea), vóru ikki niðurskrivaðar og góðkendar av rættinum frammanundan, orðið sostatt ótálmað frítt. Her gerst truplari at framføra feilir í rættargongdini og missbrot á rættarsið og lóggávu, men nógv er millum ár og dag skotið upp sum frágreiðing, nógv umhugsni, hugflog, brúkt til at finna smogur. Júst hetta er áhugavert til umrøðu í inngangandi brotunum í bókini. Ikki er tað, ið ikki er uppi at venda, sum hevur verið frammi millum ár og dag.

Ein høvuðskelda í bókini, er eitt illa farið stensilat (nú burturmist, er afturfunnið), sum eg fann á einari vinstravongsbúð síðst í 1970-unum, beint áðrenn lokaði niður hjá flestu teimum. Eg beit merki í, at viðgerðin var óvanliga góð, sæð í samanburði serliga við aðrar um málið, har antin er devilisering av ella lovprísing, álvara í framløguni, hvast hugsandi, sharp, seriøs. Uppleggið er ikki dømandi, nærri skjalprógvandi, við egnu meting sum møguleikum. 

Rithøvundarnir, ein bretskt, írskur (av mær annars ókendur) serfrøðishópur (frá Norður Írlandi mest) hava tí dámligu støðutakan, at ein meting í dag, eigur ikki at vera so einvegis hørð sum tá, nú aðrar umstøður eru, krígsvandin, sum var veruligur, ikki er á sama hátt (skrivað í 1974), Teir lata kurteisliga spurningan standa opnan.

So gott er ritið, at eg eri meiri enn komin í trupulleikar av, at vera hildin argur gamal kommunistur, stívrendur stalinistur, heilt uttan skuld, tí eg havi latið tos ávirka av ritinum. Fólk døma bara í básum.“ 

Nú hevur Mannbjørn so gjørt tað møguligt hjá okkum at lesa um hesa døpru tíð í søguni á okkara egna máli, skrivað á hansara serstaka hátt. Bókin fæst í bókabúðunum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo