Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Stiðin: Bókin snýr seg um tríggjar havnarmenn: rithøvundarnar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen og leikstjóran Eyðun Johannessen.

Hetta er eitt slag av lokalsøgu um listafólk við djúpum tilknýti til skapandi umhvørvið í heimstaðnum.

Men hesir listamenn eru eisini góð dømi um, at føroyska høvuðsstaðarsøgan fer allar vegir og er samstundis bygdarsøga, smábýarsøga og heimssøga.

Listaliga vøggan hjá teimum øllum trimum var eitt amatørumhvørvi, sum ofta er besta gróðrarlendi hjá professionellari list. Teir fata seg í ávísan mun sjálvir sum amatørar og kalla seg tí dilettantar, amatørar, lívskunstnarar, glataðar spælimenn, autodidaktar, tápufuglar og obskurantar.

Hetta eru eisini vælumtóktir figurar í teirra verkum. William og Jørgen-Frantz kallaðu seg herumframt barbarar, og Eyðun kallaði seg rabarba, tí hann kom úr Rabarbukvarterinum.

Teir kendu sostatt sínar røtur, men eisini sína styrki. William, Jørgen-Frantz og Eyðun gjørdust allir professionellir listamenn, og teir hava ikki einans bygt brýr millum Føroyar og útheimin, men eisini millum amatørlist og yrkislist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo