Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

26. november kemur bókin Magnus Heinason – søgan um eitt dómsorð? eftir Páll Nolsøe út. Bókin er ein ævisøga um sjógarpin Magnus Heinason, sum vann stóran heiður í bardøgum móti sjórænarum.

Men lívsleiðin hjá Magnusi Heinason var eisini merkt av rættarmálum, gølum og ráðagerðum, har mætastu menn í kongaríkinum vóru uppií leikinum.

Í 1589 verður Magnus Heinason dømdur til deyða og avrættaður í Keypmannahavn. Men rumblið um hann heldur tó fram. Árið eftir verður deyðadómurin ógildaður, og fíggjarmálaráðharrin Christoffer Valkendorf verður stillaður til svars.

Valla er nakar í Føroya søgu, ið er so umstríddur sum Magnus Heinason. Hann framdi roysni og vann heiður í bardøgum móti sjórænarum í Norðurhøvum, stríddist fyri niðurlendingar í frælsisstríðnum móti spaniólum og fekk viðurkenning frá Danmarkar kongi og niðurlendingum. Men eisini lá hann ferð eftir ferð í hørðum og beiskum stríði við dómstólar undir ákæru fyri svik, neyðtøku, blóðskemd, sjórán og valdsmisnýtslu móti føroyingum.

Men var Magnus Heinason ein hetja, ið bleiv offur fyri einum dómsmorði - ella var hann ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Í bók síni lýsir Páll Nolsøe hendingarnar, viðurskiftini og ráðagerðirnar, ið vóru orsøk til, at Magnus Heinason fekk hesa ógvusligu lagnu.

Páll Nolsøe er føddur í 1976, og er útbúgvin cand.comm. í søgu og samskifti frá RUC í 2006. Seinastu tíggju árini hevur hann starvast í miðfyrisitingini í Landsstýrinum. Hann hevur áður útgivið krimiskaldsøguna BROT, ið kom út í 2013.

Bókin um Magnus Heinason er 178 síður.  Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo