Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Leygardagin verður ein nýggj bók um millumlandasiglingina á føroyskum kjøli almannakunngjørd  á Parnassinum á Hotel Hafnia kl.14:00. Øll eru vælkomin til framløguna.

Talan er samstundis um lívssøguna hjá Óla Hammer, skipara og stjóra í Smyril-Line, sum var við til at leggja lunnar undir millumlandasigligina við ferðafólki av nýggjum, eftir at “Tjaldrið” hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum.

Tá Føroya Landsstýrið gjørdi av at keypa “Smyril” í 1975, vórðu lunnar aftur lagdir undir millumlandasiglingina við ferðafólki og farmi.

Óli var skipari á “Smyrli” frá byrjan, og hann var skipari á “Smyrli”, til hann fór í land, tá farið varð undir at stovna Smyril-Line í 1982/-83. Og gjørdist stjóri í felagnum.

Tí hevur bókin fingið heitið: “Millumlandasiglingin - nýggj byrjan. Ein lívssøga  1975 – 2005.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo