Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mikukvøldið 4. desember verður framløga í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har forlagið Glyvursnes fer at leggja fram bókina hjá Rolf Guttesen um "Poul P. Nolsøe - Skúmisleiv og Tjóðarhetja". Bókin er 496 síður til longdar

Poul P. Nolsöe (1766-1808) ella Nólsoyar-Páll, sum hann kallast, fyllir meira enn nakar annar í søgubókunum. Men kortini standa nógvar av søgnunum um hann ikki eina eftirmeting. Hann er vorðin umgyrdur av mytum.

Poul P. Nolsöe man hava verið bæði ágrýtin og charmerandi, men eisini rættiliga sjálvráðin. Hann fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Men hann bygdi nýggjan bóndagarð á Biskupstøð í Klaksvík, og hann smíðaði skonnartina Royndina Fríðu, sum hann ætlaði at fiska við. Men har kom einki burturúr fiskiskapinum.

Bókin gevur eina frágreiðing um teir fimm túrarnar, sum hann gjørdi til útlandið, hvagar hann fór, og hvat hann hevði í lastini. Har verður millum annað skjalprógva, at hann tókst við smugling, samstundis sum hann legði aðrar undir at smugla.

Í nógv ár var Poul P. Nolsöe mestsum burturgloymdur. Men hvussu gjørdist Poul P. Nolsöe seinni tann tjóðarhetja, sum hann er í dag? Tað var tann spírandi,  romantiska tjóðskaparrørslan, sum fyri 100-150 árum síðanu uppfann Poul P. Nolsöe av nýggjum. Tjóðskaparrørslan hevði brúk fyri mytum um stórar menn, sum fyrimyndir. Her kundi Poul P. Nolsöe fáa pláss.

Gamalt tilfar verður í bókini útlagt av nýggjum, og nýfunnið tilfar verður lagt fram. Allar útsagnir og uppáhald í bókini eru dokumenteraðar við kelduávísingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo