Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Myndina av Arnstein Niclasen hevur Dávur Winther tikið

Myndina av Arnstein Niclasen hevur Dávur Winther tikið

Myndina av Arnstein Niclasen hevur Dávur Winther tikið

Týsdagin komandi - 25. juli verður nýggjasta bókin um læknastríðið í Klaksvík 1952-1956 løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík – kl. 19.30.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, Arnstein Niclasen, rithøvundi greiðir frá savningini til og skrivingini av bókini, meðan Símun Absalonsen ummælir og hugleiðir úr bókini.

Bókin ber heitið: Herskin herðindi- millum tvey lond um æru og atsóknir - fyri 601 krónu og hálvtrýss oyru.Rithøvundur er Arnstein Niclasen.

Høvundurin lýsir við hepnari hond - ikki bara søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja “Barm” út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn.

Men hann hevur eisini við í bókini mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum.

So sum um forsætisráðharrarnar Hans Hedtoft, H.C. Hansen og Viggo Kampmann og landsstýrismenn sum Kristian Djurhuus, Hákun Djurhuus, Richard Long, Edward Mitens o. fl., umframt loftnaðar embætismenn, og so lokalar oddafiskar sum eitt nú um Jógvan Fr. Kjølbro, Fischer Heinesen, Robert Joensen, Olaf Halvorsen, Viggo Joensen, Richard Jacobsen, Poul J. Olsen, Poul Skarðenni og Eivind Rubek Nielsen v.m.

Rættargongdir, ákærur og fongsulsdómar vera lýstir og umrøddir, sum nøkur fólk fingu at bera fyri alla fjøldina, hesi sum rættiliga tilvildarliga blivu útvald og atsøkt av ákærumyndugleikunum ríkisins.

Stílurin í bókini er lættur og livandi. Álvarsemi og skemt samantvinnað við mongum fotomyndum og skemtiligum brotum, eisini við myndum frá William Heinesen og av Óla P.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo