Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

4. oktober víðkaði bygdaleiðir um sambandið í Vágum soleiðis, at almenna bussleiðin eisini røkkur til Gásadals.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, og Rasmus S. Biskopstø, menningarleiðari í Visit Vágar, fegnast um farleiðina og vísa á, at tað hevur verið javnur eftirspurningur frá ferðafólki um busssamband við víðagitnu náttúruperlurnar.

Nýggja leiðin økir atkomligheitina samstundis sum, at betri møguleiki er fyri at tálma rúgvismiklu bilferðsluni, sum ofta er um summarið. Tí er tað eisini gleðiligt, at tað eftir ætlan kemur ein víðkað summarferðaætlan komandi ár.

Fyribils er talan bert um koyring gerandisdagar, og allir túrar til og úr Gásadali skulu tilkallast á tlf. 77 00 00. Ferðaætlanin er tøk á heimasíðuni hjá Strandfaraskip landsins: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/350-glasir-sorvagur-bour-gasadalur/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo