Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Elin Michelsen gevur út sína fyrstu skaldsøgu í vikuni. Talan er um eina fantasybók til ung, sum Elin fer at greiða nærri frá á Bókadøgum, tá ið Oddfríður Marni Rasmussen hevur samrøðu við hana um bókina. Bókadeildin gevur bókina út.

Um bókina
Rimarúmið er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Brellbiti
"Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. — Vís mær, teskar hon út í hvítu kvirruna. Hon skilir ikki heilt, hvat hon sær, tí har er eingin litur at síggja í rimarúminum. Eingin litur til hennara. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman, til tær at enda fáa skap. Tóra veit, at hon hevur gjørt okkurt galið, men hon minnist ikki, hvat tað er. Hon endar í einum skúla, hon aldrin hevur hoyrt um, saman við fólkum, hon aldrin hevur sæð fyrr. Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra — kann hon?"

Um rithøvundin
Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Rimarúmið er fyrsta bókin eftir Elina, og hon er fyrsti partur í eini røð um gentuna Tóru. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo