Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum fara seinastu tingingarnar fram í samgonguni, og væntandi fer ein nýggj fiskivinnulóggáva at verða galdandi í Føroyum hin 1. januar 2020.

Lógaruppskotið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði fram í Løgtinginum, og sum løgtingsfólkini, herundir serliga vinnunevndin, nú arbeiða víðari við, leggur upp til, at ein seinasta uppboðssøla skal verða, sum í veruleikanum er uppboðssøla til varandi rættindi og at útlendingar aftur skulu sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni.

Eg haldi, at tað er sera umráðandi í hesum sambandi, at politisku flokkarnir eru semjusøkjandi, og harumframt at politiska skipanin í hesum sambandi hugsar um alla tí føroysku fiskivinnuna og ikki bara teir heilt stóru aktørarnar. Eg hugsi, at tað er umráðandi, at vit fáa eina breiða semju, sum harvið verður væl ankrað í samfelagnum, og sum ber Føroyar fram á leið. Mítt ynski er, at øll løgtingsfólkini taka ábyrgd um tí støðu, sum land okkara er komi í viðvíkjandi fiskivinnuni, tí fiskivinnan ávirkar, so ella so, hvørt húski í Føroyum.

Sleppi uppboðssøluni
Fyri at siga tað bart, so haldi eg, at tað er ein ómetaliga vandamikil cocktail at hava enn eina uppboðssølu.

Fyri tað fyrsta hava allar uppboðssølurnar seinastu árini víst, at at tað fyrst og fremst eru teir heilt stóru aktørarnir, sum hava havt ráð at keypa hesi fiskirættindi. Og harumframt er tað, í flestu førum, talan um beinleiðis undirskotsvirksemi. Stóru reiðaríini kunnu tó keypa, tí tey deils longu hava so ómetaliga stór rættindi, sum tey hava fingið uttan kostna frá landinum, og deils eisini tí tey hava virkir á landi, sum tey forvinna stórt upp á. Tað gera tey, tí vanligi avreiðingarprísurin er lágur og til fyrimuns fyri virkini, tí Løgtingi hevur lagt eina revsing upp á 2 krónur fyri hvørt kilo, hvis skip avreiða aðrastaðni enn til hesi virkir.

Harumframt hava teir reiðararnir, sum hava útlendskan kapital í rygginum, og deils eisini eitt sindur Barentshavreiðaríini, ráð og kapitalstyrki at keypa á uppboðssølu.

Samanumtikið er mín boðskapur tí, at tað egentliga bert eru nøkur fá, sum fara avstað við øllum fiskirættindunum, tá hesi verða seld á uppboðssølu. Øll onnur í føroysku fiskivinnuni gerast taparar.

Vælsignaðu kvinnur og menn geri ikki hendan feilin einaferð afturat. Hugsi heldur um øll hini í føroysku fiskivinnuni, sum næstan ongantíð sleppa upp í part. Tað hevði verið nógv betur at deilt hesi seinastu rættindini, sum nú eru hugsað at verða seld á eini seinastu uppboðssølu, út til øll tey reiðaríini, sum rakstrarliga hava tað tungt, tí tey hava so lítið av fiskirættindum – tað hevði verið nógv meira serføroyskt.

Eg haldi, at tað er ein undarlig kensla, ja rættuliga óføroyskt, at fólkaræðið Føroyar skal deila landsins virðir á henda hátt við eini uppboðssølu, tá tað seinastu árini ordiliga greitt er prógvað, at tað bert eru tey sterkastu, sum fáa enn meira. Eg haldi, at hetta er óføroyskt og samstundis tekur tað grundarlagið undan øllum teimum reiðarínum, sum hava kýtt seg í nógv fyri at yvirliva.

Vit í THOR hava staðið nokk so framalaga, tá tað snýr at fáa Føroyum nýggj rættindi og ikki minst vóru vit eitt reiðarí, sum stuðlaði undir, tá Føroyar kravdu sín natúrliga rætt av uppisjóvartilfeinginum.

Tó kann sigast, at lagnan ikki hevur verið við okkum, tí tað liggur ikki stórvegis kvotapartur av uppisjóvarfiski hjá okkara reiðaríi.

Tað er annars ein sannroynd, at økingin av uppisjóvarkvotuni hevur broytt Føroyar. Økingin hevur verið goð fyri nakrar fiskivinnufyritøkur og nøkur landafrøðilig økir í Føroyum, men tað sæst eisini væl, at onnur reiðaríir eru við at hokna undan við gomlum skipum og vánaligum rakstri. Tað er tey, sum ikki vóru so heppin – og hinumegin hava Flakatrolarnir og nótaskipini hava havt sera góð fiskirættindi í nógv ár.

Niðurstøða og áheitan
Eg haldi ikki, at tað ikki tænir nøkrum endamálið, at hava fleiri uppboðssølur. Í mínum hugaheimi hevur leisturin víst seg ikka at rigga.

Eg meti, at besta loysnin er, at taka allar kvoturnar frá uppboðssølu og menningarkvotuum innaftur í skipanina og deila tað út av nýggjum. T.d. til tey sum hava tað rakstrarliga trupult. Harumframt átti politiska skipanin t.d. eisini at hugt upp á og hugsa um, at styrkt tey økini í landinum sum ikki hava stórvegis atgongd til uppisjóvartilfeingið.

Vit í THOR eru t.d. eisini til reiðar at lata Fiskimálaráðnum av okkara fiskirættindum, soleiðis at tey kunnu latast út til aðrar føroyskar aktørar, hvis Fiskimálaðráðið hinvegin kann hjálpa okkum at passa okkara rættindini til, soleiðis at vit kunnu fáa ein nýggjan RAN at bera til. kann gerast veruleiki.

Nú – í hesi stund – er møguleiki at fáa øll hini við, sum ikki hava fingið part av eyka milliardini, sum er komin inn í føroyska fiskivinnusamfelagið seinastu árini.

Vælsignaðu tit, lat tað við hesum vera mín eyðjúka áheitan á politisku skipanina, um at huga um allar partar av føroysku fiskivinnuni, eisini teir veiku, nú nýggj fiskivinnulóggáva skal gjøgnumførast, soleiðis at allir føroyingar vera stoltir av føroysku fiskivinnuni.

Hans Andrias Kelduberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo