Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Teir umleið 11 milliónir íbúgvarnir í kinesiska býnum Wuhan hava frá myndugleikunum fingið at vita, at talið av smittaðum av korona virusinum kann fara at vaksa ógvusligt aftur, og fólk eru biðin um at taka serlig atlit, millum annað ikki vera saman við øðrum og so vítt gjørligt halda seg innandura.

 

Tað var júst í Wuhan at koronasmittan um ársskiftið byrjaði, og síðani er farin um restina av heiminum.

 

Seinastu vikurnar er gongd komin á aftur í Wuhan, eftir at tamarhald var fingið á støðuni.

 

Serfrøðingar halda, at tað sum hendir í Wuhan nú er tað, sum fer at henda allastaðni, har sjúkan hevur verið: Tá tiltøkini verða linkað, blussar sjúkan uppaftur, men kanska í einum eitt sindur mildari formi, og serliga um veturin. At enda verður koronavirusin mest at samanlíkna við eina vanliga influensu, tí tey flestu eru blivin immun.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo