Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Anker Eli Petersen hevur teknað etikettina til Huldugentan

Anker Eli Petersen hevur teknað etikettina til Huldugentan

Anker Eli Petersen hevur teknað etikettina til Huldugentan

Fríggjadagin 19. mars kemur ein nýggj føroysk øl frá mikro-bryggjarínum Biskupkelda í Vági á marknaðin. Talan er um ølina Huldugentan, sum er ein NEIPA (New England Indian Pale Ale) øl, sum verður at fáa til keyps í deildunum hjá Rúsuni kring landið fríggjadagin.

Huldugentan er ein vælsmakkandi frísklig NEIPA øl, sum umframt at hava góðan øl smak eisini hevur ein frískligan smak av sitrus og frukt.

- Vit eru sera spentir uppá móttøkuna av Huldugentuni, siga teir tríggir Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, sum eru eigarir av mikro-bryggjarínum Biskupskelda. -Vit hava í útvið eitt ár arbeitt fram ímóti at kunna fara á marknaðin við nýggjum føroyskum øli - og í morgin er so stóri dagurin, tá Huldugentan fer á hillarnar í Rúsuni, siga teir tríggir.

Navnið Huldugentan stavar frá kvæðinum um Huldugentuna, sum Johan Djurhuus úr Sumba (1885-1960), vanliga nevndir Johan á Høggeil, yrkti í 1927, meðan hann arbeiddi í elverkinum í Botni, norðanfyri Vág, og gekk úr Vági til arbeiðis í Botni. Hetta var áðrenn at nakar vegur var millum Vág og Botn, so gingið varð gjøgnum hagan.

Kvæði Huldugentan er frásøgn um tað ferðina, tá yrkjarin á miðjari nátt møtir huldufólki, tá  “heyggjarnir runt um opna seg, huldufólk koma í dyr”. Yrkjarin greiður frá: “Á fríðari fløtu tey sláa ring, gentur og ungir menn”, og “ein kom smílandi har eg stóð” og sigur við yrkjaran “kom og dansa ein dans við mær”.

Biskupskelda kemur eisini í næstum við øðrum sløgum av øli, meiri verður at frætta um hetta seinni, siga Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo