Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Komandi leygarkvøld verður høvið at hoyra og síggja nýggju føroysku operaina nevnd LJÓS Í LJÓÐI.

Orðini eigur  Rói Reynagarð Patursson og tónleikin hevur  Kristian Blak skrivað

Ikki er tað ofta at vit í Føroyum kunnu uppliva eina nýggja føroyska opera, tí er er hetta nakað heilt serligt. 

Henda uppsetingin er dømi um norðurlendskt samstarv tá ið tað er best. Leikstjóri, sangsolistarnar og dansarnar eru úr íslandi, Føroyum og Grønlandi:

Sangarar eru íslendska Hallveig Rúnarsdóttir (sopran), Elmar Gilbertsson (tenor), Jón Svavar Jósefsson (bass) og grønlendski Miké Thomsen sum eisini dansar. Dansarar eru annars føroyski  Búi Rouch og  íslendski Stefán Franz Guðnason

Kórsangarar eru nøkur av okkara allarbestu og mest royndu kórsangum. Tónleikurin verður framførdur av  bólkinum Yggdrasileru ið hevur manning úr Føroyum, Svøríki og Íslandi.

Leikstjóri/koreografur er  íslendska Lára Stefansdóttir og dirigentur  Bernharður Wilkinsson, sum er búsitandi í Føroyum. Ljósmeistari er íslendski  Árni Baldvinsson, sum eisini er búsitandi í Føroyum.
Pallsnið verður heilt serligt sum vit enn ikki fara at avdúka. Hetta taka  Sámal Blak og  Lára Stefansdóttir sær av

Dramatiska  verkið er ein lýsing av einum  persóni. Har eru fleiri 'eg' persónar og bólkar av einstaklingum  á palli. Tey  lýsa eitt menniskja í fleiri tíðarskeiðum frá byrjan  til endan av lívinum, ella aftaná.

Lýsingin verður greitt frá við solo- og kórsangi, skrivað  bæði sum partiturtónleikur og improvisatión.

Venjingar eru í løtuni í Norðurlandahúsinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo