Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkatalið í heiminum veksur ikki so ógvusliga nú sum tað einaferð gjørdi.

Samlaða fólkatalið í heiminum verður 8,8 milliardir fólk í 2100. Tað eru tvær milliardir minni enn tær framskrivingar, sum ST hevur arbeitt við.

Eitt altjóða lið av granskarum hevur gjørt kanningina og skriva frágreiðingina sum stendur í tíðarritinum The Lancet.

Stórar broytingar kunnu væntast í valdsjavnvágini í heiminum, orsaka av at fólkatalið fer at broytast.

Eitt nú fer fólkatalið í 183 av 195 londum at vera ov lágt til, at hesi londini kunnu varðveita støddina á fólkatalinum.

Yvir 20 lond, teirra millum Japan, Spania, Italia, Teiland, Portugal, Suðurkorea og Pólland, fara bert at hava helvtina av tí fólkatalinum, sum tey hava í dag, sigur frágreiðingin. Í Kina, har tað í dag búgva 1,4 milliardir fólk, fara at búgva 730 milliónir um 80 ár.

Fallandi føðitíttleiki og hægri miðalaldur eru nakrar av orsøkunum, siga granskararnir í frágreiðingini.

Samstundis fara londini sunnan fyri Sahara í Afrika at hava ein ógvusligan fólkavøkstur. Í Nigeria, har tað í dag búgva 200 mió fólk, fara at búgva 800 milliónir. Tað verður tá heimsins næst fólkaríkasta land. Bara í India fara fleiri at búgva - 1,1 milliard fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo