Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Italia og Spania eru komin um tað ringasta. Eisini í Frankaríki, sum í gjár misti 1.417 fólk til korona, kunnu tey gleðast um at tað skjótt fer at lýsna, stendur í nýggjari frágreiðing frá amerikanska stovninum Health Metrics and Evaluation (IHME) um støðuna av korona í Europa.

 

Heilt øðrvísi er tó í bæði Stórabretlandi og Svøríki.

 

Í Stórabretlandi fer sjúkan at toppa í august. Tá fara 3.000 at doyggja dagliga, og tá alt er av í heyst hava 66.000 fólk latið lív. Tá trýstið er størst fara 20.000 intensivpláss á sjúkrahúsunum at mangla. Tað er um kapasiteturin er sum hann er í dag, og ongar útbyggingar verða framdar.

 

Fyri Svøríki verður sagt, at sjúkan toppar síðst í apríl. Nakað meir enn 4.000 fólk fara at doyggja og upp móti 1.000 intensiv pláss fara at mangla í á landsins sjúkrahúsum. Higartil eru 591 fólk deyða av covid-19 í Svøríki.

 

Um støðuna í USA sigur IHME, at í august hava 81.800 latið lív av sjúkuni. Áður hevur stovnurin mett, at hetta talið verður 93.500 fólk.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo