Bókin er 90 blaðsíður á enskum við hópin av fotomyndum og ber heitið: "The Faroe Islands' European Storm Petrel". Hon júst er komin frá prentsmiðjuni.
Í Nólsoy er heimsins størsta drunnhvíta bøli. Bókin lýsir ta vitan og gransking av drunnhvíta, sum higartil er gjørd í Nólsoy. Endamálið við bókini er at miðla hesa vitan til ein breiðari lesaraskara og at vera eitt gott grundarlag hjá komandi fuglafrøðingum og øðrum leikfólki, sum skulu granska í hesum sera áhugaverda sjófugli.
Bókin gevur eina dagførda støðulýsing av drunnhvítabølinum í Nólsoy, sum er mett at telja umleið 200-250.000 fuglar.
- Vit vóna at bókin eisini fer at eggja øðrum at granska í drunnhvíta og øðrum líknandi fuglum, siga høvundarnir Jens-Kjeld Jensen og Jógvan Thomsen.
Bókin fæst í føroysku bókhandlunum. Ætlanin er eisini, at hon skal kunna keypast á AMAZON og NHBS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo