Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs kommuna: Tað hevur í nógv ár verið eitt ynski hjá borgarum í Vágs kommunu at fáa dagført gomlu gøtuljósini út á Nes, og eisini at fáa breiðka vegøkslina fram við landsvegnum, soleiðis at umstøðurnar hjá fólki til gongu út á Nes gerast tryggari.

Landsverk og Vágs kommuna hava í eina tíð samstarvað um at gera eina ferðslutrygdarætlan, sum eisini fevnir um hetta økið, og lýsir tørvin og møguligar loysnir fyri at gera tað tryggari hjá fólki til gongu og súkklandi ferðsluni har á leiðini. Talan er um eitt strekki, sum nógv fólk ferðast eftir dagliga. Trygdartiltøk bæði á landsvegi og á kommunalum vegi eru viðgjørd í ferðslutrygdarætlanini, og fleiri eru sett í verk.

Í samband við at SEV skal leggja nýggjan háspenningskaðal fram við landsvegnum úr Vági norður á Tvøroyri, og fer undir at grava kaðalgrøv har á leiðini, riggar tað væl at fara undir arbeiðið at gera umstøðurnar hjá fólki til gongu út á Nes tryggari samstundis. SEV og Landsverk hava tí gjørt avtalu um, at meðan SEV leggur kaðalar, verður vegøkslin breiðkað og asfalterað. Hetta skuldi gerast óansæð fyri at fáa pláss til leiðingarnar. Afturat hesum hava Vágs kommuna og Landsverk so gjørt avtalu um at seta nýggj gøtuljós upp á hesum vegateini. Samstarvið partanna millum inniber sostatt, at hetta ferðslutrygdartiltakið nú kann setast í gongd.

Á býráðsfundi mánakvøldið viðgjørdi Vágs Býráð avtaluna við Landsverk, og samtykti eitt einmælt býráð, at kommunan skuldi gera avtalu við Landsverk um, at kommunan rindar ein part av útreiðslunum fyri nýggj gøtuljós út á Nes.

Arbeiðið at skifta út gomlu træpelarnar og gomlu gøtuljósini við nýggjar stálpelar og LED-ljós og at breiðka vegøkslina fram við vegnum út á Nes byrjar í næstum. Gongst sum ætlað, verður komið á mál við ætlanini í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo